Spæla á Wembley í mars

Byggingin hevur verið nógv seinkað, men tann 24. mars kann nýggja Wembley stadion í London loksins takast í nýtslu.

Hóast almennu boðini ikki eru givin enn, so skal vøllurin ætlandi takast í nýtslu, tá enska U21-landsliðið skal spæla móti Italia. Seinni í ár skal vøllurin millum annað nýtast til FA-Cup finalu, ið er ein av størstu hendingunum í enskum fótbólti yvirhøvur. Seinnu árini hevur hendan verið spæld á Millenium Stadium í Cardiff, Wales.