Spæla í óvissuni

Handan pallin á Summarfestivalinum, back stage í Atlantis, sita tónleikarar og bíða eftir boðum. Hóast óvissuna, eru tey ikki ónøgd. Tónleikarar, áhoyrarar og fyriskiparar eru ørkymlaðir á Summarfestivalinum. Tríggir pallar eru nú tiknir niður, og KÍ Høllin er við at verða riggað til, so konsertir kunnu vera har í staðin.

 

Øll skilja, at umstøðurnar eru heilt óvanligar, og at fyrireikararnir tí mugu taka neyðugu stigini.

- Tað er sjálvandi keðiligt, at eg ikki sleppi at spæla. Men sjálvandi mugu fyrireikararnir taka útlendsku gestirnar framum. Tey eru komin higar við flogfari, og áhoyrararnir eru komnir fyri at hoyra tey. Okkum føroyingar kunnu tey hoyra eina aðra ferð, sigur ein positiv Jensina Olsen, júst eftir at hon hevði frætt, at hennara konsert er avlýst.

- Her er sera gott skil í. Vit hava fingið kontraktir frammanundan, so tí er ongin, sum verður ótryggur av hesum her. Øll eru sera positiv og taka tað pent. Tey flenna bara og taka tað, sum tað kemur, sigur hon.

Lagið handan pallin er fínt, og í staðin fyri at spæla fáa tónleikararnar sær ein bita, ein kaffimunn ella eina øl.

 

Dánjal Hoydal