Ein dystur í sjeynda umfari í Betri deildini verður í kvøld. Eiler Rasmussen bríkslar fyriu ferð klokkan 19.00 í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur fær vitjan av ÍF.
Seinnapartin í gjár varð kunngjørt, at Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim eru nýggir og síðusettir venjarar hjá ÍF.
Fyrsta uppgávan hjá nýggju venjarunum er, uttan at venjararnir og spælararnir hava verið til venjingar saman.
Higartil hevur ÍF bara vunnið eitt stig – 2-2 á heimavølli ímóti TB – meðan EB/Streymur hevur seks stig. EB/Streymur hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar – 5-1 á heimavølli ímóti AB og 2-1 á útivølli ímóti Skála.
Hjá ÍF er tað stórur smeitur, at miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen aftur er skaddur +i knænum og tískil ikki verður við í kvøld. Tað er ivasamt, um Dánjal á Lakjuni verður førur fyri at spæla. Høgni Madsen er tøkur aftur.
Hjá EB/Streymi verður ikki roknað við, at Arnbjørn Hansen verður millum teir fyrstu ellivu, og Gestur B. Dam er framvegis skaddur.
EB/Streymur – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 19.00