Spæla um sætta plássið

Toppskjúttin hjá Suðringum verður ikki við ídag

Skála er á sætta plássið, og Suðringar hava sum mál at vinna seg fram á sætta plássið.

Hvørt av hesum báðum liðunum fer at eydnast at verða best av teimum fimm lægru valdast ikki minst, hvussu úrslitið verður i innanhýsis uppgerðini, sum seinnapartin verður við Stórá í Trongisvági.

 

Felags fyri bæði liðini er, at tey fyri einari viku síðani vóru partur av 2-2 uppgerðum. Suðringar á heimavølli ímóti NSÍ, og Skála á útivølli ímóti Víkingi.

 

Síðstu árini hevur Búi Egilsson verið fremsti málskjútti hjá Suðringum. Í ár hevur tað ikki ligið heilt so væl fyri, men Búi Egilsson hevur skorað fýra mál, og eingin á liðnum hevur skorað fleiri. Í dag verður Búi Egilsson ikki við, tí hann er leikbannaður.

Tað er ivasamt, um Heri E. Kjærbo verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av vøddaskaða.

 

Hjá Skála er Jákup Johansen tøkur aftur.