Faxe Kondi-kappingin, KVINNUR. Mikudagur 18/01/2020
Klokkan 18.00: Kyndil - Neistin (FM1 sigur frá dystinum)
Bæði Neistin og Kyndil hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum, áðrenn tey bresta saman á Hálsi í kvøld klokkan 18.00
Havnarfeløgini bæði hava frammanundan spælt tríggjar ferðir í landskappingini hetta kappingarárið. Kyndil hevur vunnið tveir av dystunum við ávikavist 21-18 og 30-21, meðan dysturin 12. januar endaði við úrslitinum 19-12 til Neistan.
Neistin og Kyndil eru í bólki við Stjørnuni, og bæði havnarfeløgini vunnu sínar dystir á Stjørnuni.
Eykaliðið hjá Neistanum hevði upprunaliga spælt seg í bólkaspælið, men mátti geva avboð. Tí eru bara trý lið í bólki 1, og hálvfinalistarnir eru longu funnir.
Vinnarin av dagsins dysti, skal spæla ímóti annaðhvørt H71 ella StÍF. Tað verður avgjørt í dystinum ímillum tey bæði liðini sunnudagin.
Tapandi liðið av dystinum ímillum Kyndil og Neistan í kvøld skal spæla ímóti VÍF, sum hevur staðfest fremsta plássið í bólki 2.
Støðan í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum (hsf.fo)
tvey tey fremstu í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinaluna.
Bólkur 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 1 | 27 | 20 | 7 | 2 |
| 2 | Kyndil | 1 | 30 | 24 | 6 | 2 |
| 3 | Stjørnan | 2 | 44 | 57 | -13 | 0 |
Bólkur 2
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 2 | 55 | 36 | 19 | 4 |
| 2 | H71 | 2 | 48 | 42 | 6 | 2 |
| 3 | StÍF | 2 | 56 | 61 | -5 | 2 |
| 4 | VB | 2 | 49 | 69 | -20 | 0 |












