Tað váttar Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi. Og tað eru helst vónirnar um eina velduga áskoðarafjøld, sum gera sítt í so máta. Lítil ivi er um, at onnur enn EB/Streyma-viðhaldsfólk hava hug at hyggja, nú Manchester City kemur hendaveg, og við hópatals enskum áskoðarum ræður eisini um hjá EB/Streymi at fáa sum mest í kassan tann vegin.