Spæla í Streymnesi í morgin

Útsetti dysturin millum EB/Streym og B71 verður spældur klokkan 19 mánakvøldið. Sambært skránni skuldu fýra av teimum fimm uppgerðunum í 9. umfari verið ídag.

Í morgun varð dysturin við Margáir millum EB/Streym og B71 útsettur, og nú er tað greitt, at hann verður mánakvøldið klokkan 19.

Harvið vera tveir dystir í annaðkvøld. Sambært skránni verður grannauppgerðin í Sarpugerð millum Víking og ÍF klokkan 19.00.