Eisini umboð fyri B36 vóru á tíðindafundinum í kvøld, í samband við dystin hjá B36 móti Besiktas í annaðkvøld. Á tíðindafundinum var B36 venjarin, Jákup á Borg, spurdur um, hvat hann kendi til Besiktas.
- Eitt ekstremt gott mótstøðulið. Tað hava vit alla tíðina vitað at teir hava verið, men aftaná at vit hava studera teir, má eg bara siga wow. Teir eru spælstýrandi, skapa nógv og geva lítið burtur. Faktiskt spæla teir tann formin fyri fótbólti, sum vit ynskja at spæla í Føroyum, segði Jákup á Borg.
Jákup á Borg greiddi víðari frá, at tveir leikarar mangla í hópinum hjá B36 í morgin. Tað eru miðvallarin, Eli Falkvard Nielsen, sum er leikbannaður, og Hannes Agnarsson, sum situr uttanfyri við skaða.
Eisini liðskiparin hjá B36, Odmar Færø, var á tíðindafundinum. Odmar Færø sigur, at vónin hjá B36 er, at spenningur skal vera í uppgerðini til seinna dystin í Istanbul um eina viku.
- Vit hava lagt eina gameplan, og Jákup á Borg hevur givið okkum nakrar lyklar um hvussu vit fara at takkla dystin. Eg havi góðar vónir til dystin. Vit fara at geva okkum 100%, og so vita hvussu langt tað røkkur. Málið hjá okkum er, at dysturin ikki skal vera yvirstaðin til ta seinnu uppgerðina, segði Odmar Færø.