Vanliga verða fótbóltsdystir í fremstu deildini í Sarpugerði spældir klokkan 15 sunnudag. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð.
Sunnudagin fer oddaliðið EB/Streymur at vitja Víking. Fyrsta bríkslið verður ikki klokkan 15, men í staðin klokkan 17. Sambært dómarayvirlitinum hjá FSF verður Eiler Rasmussen 23. maðurin á vøllinum í Sarpugerði.










