Hóast trygdin á føroysku vegunum er batnað munandi síðani 1976, tá Ráðið fyri Ferðslutrygd bleiv sett á stovn, er neyðugt við áhaldandi upplýsing og serligum átøkum fyri at gera ferðslu á føroysku vegunum tryggari. Ov høg ferð, rúsdrekka, gáloysni og manglandi bilbelti eru framvegis tær mest vanligu orsøkirnar til at fólk lata lív í ferðsluni.
- Vit arbeiða altíð við eini null-hugsjón, sum merkir, at hvørjaferð, ein føroyingur doyr í ferðsluni, er tað ein ov nógv, sigur 44 ára gamla Brynhild Høgnadóttir, sum hevur virkað sum stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd í eitt ár.
Multitasking vandamikið í bili
Ein stórur trupulleiki á føroysku vegunum er, at bilførarar fáast við fleiri ting, samstundis sum teir sita í førarasetrinum.
- Vit liva í eini tíð, har tað verður kravt av okkum, at vit multitaska og altíð eru til at fáa fatur á, og tað er ógvuliga vandamikið, tá tú ferðast í ferðslu. Dømi um hetta er, at bilførarar senda sms-boð, tosa í fartelefon, lurta eftir útvarpi og seta síðani eina fløgu á. Tá sigur tað seg sjálvt, at tú ikki kanst hugsavna teg 100 prosent um tað, sum hendir á vegnum, greiðir Brynhild Høgnadóttir og leggur afturat:
- Bilførarar eru heldur ikki nóg tilvitaðir um ferðamarkið og vandarnar, sum kunnu standast av ov høgari ferð. Útlendsk tøl vísa, at ov nógv ferð er orsøk til flest ferðsluvanlukkur, har onkur doyr, sigur Brynhild Høgnadóttir. Sjálv viðgongur hon, at hon eisini hevur verið ein av teimum, sum hevur tosað í fartelefon, samstundis sum hon hevur sitið handan róðri.
- Eg eri ikki errin av tí, men jú, tað er komið fyri, at eg havi hoyrt til tann bólkin av bilførarum, sum tosar í fartelefon, ímeðan teir koyra bil. Síðani eg byrjaði á Ráðnum fyri Ferðslutrygd havi eg tó sæð, júst hvussu vandamikið tað er at koyra bil og tosa í fartelefon samstundis, og tann vitanin ræðir meg so mikið nógv, at tað als ikki kemur fyri hjá mær í dag.
Árlig lýsingarátøk rigga
Javnan skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri herferðum, sum skulu vera við til at broyta vanarnar hjá føroyingum í ferðsluni. Fyrst í hesum árinum fór ráðið undir eitt lýsingarátak, sum skuldi ávara fólk ímóti at vera gáloysin í ferðsluni, og sum liður av átakinum vóru ymisk skelti sett upp fyri at gera bilførarar varugar við gáloysni í ferðsluni. Fleiri vóru heldur atfinningarsom um staðsetingina av nøkrum av skeltunum, men Brynhild Høgnadóttir er stak nøgd við átakið. Ein Gallupkanning, sum ráðið gjørdi, vísti eina bøtta atferð, sum var betri enn eitt líknandi átak í Danmark.
- Ætlanin var, at ávirka bilførarar í koyrisituatiónini. Hetta ger mann rættiliga nógv í Noregi, sum er undangonguland, tá tað kemur til ferðslutrygd. Sum heild vil eg siga, at átakið um gáloysni riggaði, tí fólk gjørdust tilvitað um vandan av gáloysni og nógv prátaðu um skeltini og boðskapin, sigur Brynhild Høgnadóttir. Hon vísir á, at tað ikki altíð er heilt lætt, at samskipa átøk, sum skulu broyta ferðsluvanarnar hjá føroyingum.
- Tíverri hava vit ógvuliga fá hagtøl at styðja okkum til, og tá kann vera trupult at siga nakað um vanarnar hjá fólki í ferðsluni. Tí hava vit seinastu tíðina lagt okkum eftir at gjørt Gallup-kanningar áleið átta vikur áðrenn eitt átak, og so aftur eina kanning einar tvær vikur eftir, at átakið er liðugt. Á tann hátt kunnu vit fáa eina ábending um atferðina hjá føroyingum í ferðsluni, greiðir Brynhild Høgnadóttir frá.
Skulu røkka teimum ungu
Tað er av alstórum týdningi fyri stjóran á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at tey eisini upplýsa børn og ung um vandarnar í ferðsluni. Eitt nú samskipar ráðið ferðsluundirvísing í Havn, har landsins 8. flokkar verða kunnaðir um ferðsluvandar.
- Árliga savna vit saman allan árgangin í 8. flokki ung í Perluni, har koyrilærarar, umboð frá løgregluni og portørar greiða hesum ungu frá, hvussu vandamikið tað kann vera, um tú ikki ert ansin í ferðsluni. Eisini luttekur annaðhvørt eitt ferðsluoffur ella ein avvarðandi, ið hevur mist í ferðsluni, og tað tykist mær, sum tað hevur stóra ávirkan á hesi ungu, sigur Brynhild Høgnadóttir. Fyri hana er tað umráðandi, at ungdómurin longu í 8. flokki lærir um ferðslutrygd.
- Tað er um tað mundið, at tey ungu standa á gáttini til eitt vandamikið tíðarskeið, har tey byrja at koyra á prutli og skutara, og nøkur teirra hava kanska eisini vinfólk, sum júst hava fingið koyrikort. Harafturat er tað ein sannroynd, at tey ungu í stóran mun eru umboðað í deyðsvanlukkum í ferðsluni, sigur Brynhild Høgnadóttir. Tískil arbeiðir stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd eisini fram ímóti, at tey ungu fáa nýtt og tíðarhóskandi tilfar til ferðsluundirvísingina.
- Sambært fólkaskúlalógini skulu næmingar hava undirvísing í ferðslu. Tað tilfarið, sum tey brúka í løtuni, eigur at verða dagført, og tí kundi eg hugsað mær, at ráðið var við til at framleiða nýtt undirvísingartilfar, greiðir Brynhild Høgnadóttir frá.
Av teimum fólkunum, sum doyggja í ferðsluni, eru mong framvegis ung, og tískil er umráðandi við ferðsluundirvísing, heldur Brynhild Høgnadóttir. Hon fegnast um, at ferðsluvanarnir tykjast vera broyttir seinastu árini.
- Hyggja vit eini 25 ár aftur í tíðina, so er talið á deyðum í ferðsluni lækkað munandi, og tað er sjálvandi gleðiligt. Eisini hava vit í dag ábendingar um, at færri fólk koyra ávirkað, sigur Brynhild Høgnadóttir og leggur afturat:
- Vit fegnast um lækkandi talið av ferðsluóhappum og deyðum, sum kunnu staðfestast, samstundis sum talið av akførum hevur verið hækkandi seinastu árini, umframt at vit koyra nógv meira. Tað eru fleiri orsøkir til tað, og fleri sum arbeiða eftir nullhugsjónini. Í fyrsta lagi er orsøkin ein meiri tilvitaður hugburður til ferðslutrygd, tað vil siga, at fólk ansa betur eftir at bera seg rætt at. Hetta kann mann siga, tí vit vita, at í 9 av 10 førum henda vanlukkur av menniskjansligum mistøkum. Eisini er revsingin fyri ferðslulógarbrot herd, eitt nú er revsingin fyri at koyra ov skjótt og at koyra ávirkaður munandi herd fyri nøkrum árum síðani, eins og promillumarkið lækkað niður í 0,2. Vit hava fingið eina Klippikortskipan, og síðst men ikki minst eru bilar og vegir vorðnir tryggari og betri.










