Spæla ov illa

Hóast Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, er sera fegin um sigurin í gjár ímóti Víkingi, so heldur hann ikki, at liðið megnar alt tað, tað burdi.

- Víkingur er betri enn vit í spælinum í løtuni, so vit royndu bara at forma dystin við langum bóltum. Tí tað er soleiðis, at vit ikki megna at forma okkara egna spæl, soleiðis sum vit vilja í løtuni, sigur Sigfríður Clementsen, sum eftir øllum at døma ikki enn hevur funnið sína sterkastu uppstilling.

Hann leggur tó afturat, at í gjár hildu leikararnir avtalurnar, og tí er hann errin av teimum. Og tá Pætur D. Jacobsen verður nevndur hevur venjarin nógv at greiða frá.

- Pætur ger altíð sítt allarbesta. Óansæð um hann byrjar inni ella ikki, og tí er tað alla æru vert, sum hann ger, greiðir venjarin frá um málskoraran.

Sorin Anghel varð skaddur beint fyri hálvleik, og tað hevði sambært venjaranum týdning.

- Vit mistu nógva styrki í luftini, og tí detta vit nógv longur aftur enn vit ætlaðu, staðfestir hann.