- Einki er so keðiligt sum at tapa eina steypafinalu, men hinvegin verður eitt fótbóltssummar ongantíð heilt uttan luttøku í steypafinaluni, sigur Jens Martin Knudsen, málmanslegendan úr NSÍ, sum ólavsøkudag verjir málið fyri áttandu ferð í eini steypafinalu. Jens Martin sigur, at NSÍ liðið er væl fyri, m.a. orsaka av venjingarlegu í Íslandi við venjing tvær ferðir um dagin umframt tveimum venjingardystum.
Skaði og leikbann
Hóast hópurin hjá runavíkingum er væl fyri, ásannar Jens Martin, at torført verður at avloysa leikbannaða álopsparið Óla Hansen og Sonna L. Petersen.
- Teir báðir hava fingið eitt gott samarbeiði í lag í álopinum í ár, og tískil verður torført at avloysa teir báðar. Men m.a. hava vit arbeitt við hesum í Íslandi, og tað sær bara gott út, sigur Jens Martin Knudsen.
Tað ljóðaði fyrr í vikuni, at bæði Helgi L. Petersen, danin Ulrik Balling og Pól Thorseinsson eru ivasamir til finaluna, men av hesum trimum er tað sambært Jens Martini bert Pól Thorsteinsson, sum enn er ivasamur.
- Tillaga okkum ikki eftir HB
Jens Martin sigur, at NSÍ fer til Havnar at spæla sítt egna spæl, og so má HB gera sum teimum lystir.
- HB hevur víst sera góðar taktir í ár, men vit fara til Havnar at spæla okkara spæl og gera tað, sum vit eru góðir til. Hóast HB er oddalið, er munurin á stigatalvuni ikki størri enn so, at vit saktans kunnu vinna við okkara spæli, og tað trúgvi uppá, at vit gera.
Samanumtikið tykist NSÍ liðið sambært Jens Martin Knudsen at vera fult fyrireikað til stóru uppgávuna á Tórsvølli 29. juli.