Spæla nýuppfunna tónleikaslagið Norkney


Rithøvundurin og tónleikarin Duncan McLean vitjar Listastevnuna sum upplesari og tónleikari. At eyðmerkja tónleikin er trupult, men eftir kjak og vendingar verður komið fram til nýggja orðið norkney

 


Duncan Mclean byrjaði sum stand-up undirhaldari og tónleikari. Síðani fór hann at skriva bøkur og er í dag millum kendastu ungu skotsku rithøvundar. Hann hevur fingið fleri viðurkenningar.

Hann hevur skrivað bøkur við støði í ferðaupplivingum, og hann hevur skrivaå til sjónvarp. Han skrivar eisini sjónleikir, m.a. hevur hann skrivað um ein oljuplattform. Eisini kemur hann inn á tónleik, serliga swing, ið honum dámar væl.

Duncan vitjar sum høvundur og tónleikari við bólkinum Chilli Strong Pepper, ið spælir á Cafe Natúr um vikuskiftið.


Norkney sær dagsins ljós

Tá umrøðast skal, hvussu tónleikaslagið skal nevnast, kemur kjak burturúr. Talan er um eina samanrenning av traditiónsbundnum tónleiki og tí, ið nevnt verður texas. Uppskotini eru mong um okkurt serstakt heiti fyri tónleikin, t.d. Orkney Swing, Northern Swing. Men á ferðini til Føroya eydnaðist so at finna eitt heiti á tíðindafundinum í Norðurlandahúsinum í gjár. Chilli Strong Pepper spælir altso NORKNEY, kunnu vit avdúka.


Good time music

Duncan sigur tað vera áhugavert at vitja í Føroyum. Partvis sum íblástur, men eisini, tí hann áður hevur fingið íblástur frá tónleiki eftir Kristian Blak. Hann kennir William Heinesen og aðrar norðurlendskar høvundar.

Hoyra vit um tónleik frá skotlandi og har á leið, so rennur hugurin ofta til ølstovur og glað fólk í tubbaksmjørka.

Chilli Strong Pepper siga seg eisini spæla tað, tey nevna good time music. Tónleik til eitt vikuskiftiskvøld við gaman.

- Okkum dámar best at spæla óformel støð, so fólk kunnu fáa eina øl, flenna, ...berjast og bróta gløs..., nei, vit skemta, flenna limirnir í Strong Pepper.

Duncan fegnast um ferðina til Føroya, tí annars hevur hann bert vitjað her í huganum.