Fríggjamorgunin fer hondbóltslandsliðið hjá monnum á flog úr Vágum við kós ímóti Dublin, har Føroyar um vikuskiftið skulu spæla eina trílandakapping ímóti Skotlandi og Írlandi. Fyrsti dysturin verður fríggjakvøldið ímóti Skotlandi, og leygarkvøldið verður so spælt ímóti Írlandi.
Til kappingina um vikuskiftið hava landsliðsvenjararnir, Dia Midjord og Kári Nielsen, tikið út tilsamans 15 spælarar úr fimm teimum fremstu feløgum í Atlantic Airways-kappingini, harav VÍF eigur fimm, Neistin, KÍF og H71 tríggjar í part og Kyndil ein.
Spælarar úr VÍF eru Rúni Fossdal, Bjarti Hansen, Joen Pauli Høgnesen, Magnus Müller og Áki G. Olsen, úr Neistanum Ári E. Dam, Finnur Hansson og Heini Hanusarson, úr KÍF Andrias Nielsen, Niklas Reginson og Tony Weyhe, úr H71 Levi Nybo, Rógvi Sørensen og Dánjal Torgarð, og úr Kyndli Hans Áki Dal-Christiansen.
Landsliðið kemur heimaftur úr Írlandi sunnukvøldið.









