Leygardagur 28. desember:
Føroyar - Niðurlond klokkan 13.00
Føroyar - Saarland klokkan 18.20
Stroyming niðast á síðuni
17 ára gomlu føroysku hondbóltsdreingirnir, sum nú manna U18-landsliðið, fingu eina keðiliga byrjan upp á Sparkassen Cup-kappingina í Týsklandi, tá ið tað var til ósigur ímóti Hvítarusslandi í gjár.
Sí eisini:
Hondbóltsdreingirnir byrjaðu óheppið
Tað snýr seg fyrst og fremst um EM í summar
Føroysku dreingirnir hava kortini framvegis møguleikan fyri at spæla hálvfinalu, men tað man krevja tveir sigrar í dag ímóti Niðurlondum og úrvalsliðnum úr Saarlandi.
Niðurlond vunnu í gjár 29-17 á Saarlandi, so tað er givið, at dysturin nú klokkan 13.00 er lykladysturin.
Báðir dystirnir kunnu stroymast á spælaranum niðanfyri, ella við at trýsta á beinleiðis leinki HER
Sparkassen Cup, Merzig - Dagur 2:
<iframe src="https://handball-deutschland.tv/play/b605da50ad5b01376e677054d2ab776f" width="640" height="420" frameborder="0" allowfullscreen></iframe>