Í hálva øld hava Tey av Kamarinum givið tónleik út á føroyskum. Leygarkvøldið fara tey at framføra í Rás2-sendingini Hvonn Live Tey skrivaðu nøkur av fyrstu hittunum á føroyskum, og tey spæla framvegis. Nicolina Jacobsen og Eyðbjørn Jacobsen fara at spæla live í sendingini Hvonn Live á Rás2 leygarkvøldið.
Prátað verður við tey um mongu árini í tónleiki. Eisini verður spurt, um tey hava fingið ta viðurkenning frá fínu mentanini, sum tey kanska hava uppiborið.
Hvonn Live verður send á Rás2 leygarkvøldið millum klokkan 19 og 22. Fólk kunnu eisini fylgja sendingini á Hvonn í Havn, haðani hon verður send.