Nú U21 landsliðið hevur framt eitt bragd fyri og annað eftir, skuldi ein mett, at algerska hondbóltssambandið varð betri kent við liðið.
Soleiðis er ikki. Á heimasíðuni lýsa teir føroysku hondbóltsgarparnir sum eitt fótbóltslandslið, ið verður rikið av Fótbóltssambandinum og spælir sínar heimadystir á Tórvølli.
Allarhelst hevur samskiftisstarvsfólki hjá algerska hondbóltssambandinum lopið um har garðurin er lægstur, og tikið upplýsingarnar um ”hondbóltslandsliðið” av fyrsta wikipedia leitiúrslitinum, uttan at geva sær far um innihaldi.
U21 brandarnir hjá Føroyum nýta framvegis fyrst og fremst hondina til bóltin.