Spæla hasard við vælferðini í Føroyum

At velja ein loysingarflokk á fólkating er at spæla reint hasard við framtíð Føroya og vælferðini í samfelag okkara .

 

Tá fullveldismenn siga, at vit ikki eru frí og sjálvstøðug sum samfelag í ríkisfelagskapi við Danmark og Grønland, er hetta eftir mínum tykki tað reina tvætl, - tað eru veruliga sera fá,- fyri ikki at sig ongi samfeløg í Heiminum, sum hava ein betri felagskap enn tann vit hava .

Ríkisfelagskapurin gagnar okkum á nógvum økjum sum t.d.:

? Felags Gjaldoyra/ Peningapolitikkur

? Ungu lesandi hava atgongd til Hægri lærustovnar/Unversitetir og stuðulsskipanir á hædd við danskan ungdóm, - eins og vit hava atgongd til kollegiur frammanfyri danir sjálvar.

? Sosial og sjúkrahúsverkið gevur okkum somu rættindi sum danir sjálvir hava.

? Uttanríkistænastan er til fyri okkum eins væl og danir og gongur okkum til handar um vit heita á hana við informatión og vitan .

? Eksporttrygdir verða veittar fyri Føroysk útflutningsfeløg á jøvnum føti við donsk útflutningsfeløg.

? Seravtalur við ES á útflutningsøkinum sum óivað geva okkum rúmar ræsir.


Sambandsflokkurin á fólkatingið vil verja m.a. hesi vunnu rættindi okkara og tala søk Føroya Fólks.

Loysingaflokkarinir, - um teir sleppa framat, komað at seta øll hesi vunnu rættindi og fleiri afturat uppá spæl, tað er sjón fyri søgn tey seinastu 4 árini teir hava havt valdi

Lat onga iva verða um, - at júst TÌN atkvøða er við til at avgera framtíðina.

Gongst tað FØROYA LANDIÐ VÆL, - GONGST EISINI TÆR VÆL.

SET X tín við SAMBANDSFLOKKIN ella eitt av valevnum hansara - tað angrar tú ikki.