Spæla hálvfinalur í dag

Bæði menninir og kvinnurnar spæla hálvfinalur í flogbóltskappingini á Isle of Wight í dag.

 

Menninir endaðu næstfremst í sínum bólki, eftir at teir taptu innleiðandi dyst ímóti sterka liðnum hjá Saaremaa. Í dag skulu Føroyar spæla hálvfinalu ímóti Álandi, og vónirnar til dystin eru góðar. Tað er helst lítið at ivast í, at Saaremaa, sum er í hinari hálvfinaluni, vinnur sær pláss í finaluni.

 

Kvinnurnar hava vunnið allar sínar innleiðandi dystir og skulu í dag spæla ímóti Minorka í hálvfinaluni.

 

Rás2 fer at siga frá báðum hálvfinalunum. Menninir spæla kl. 13.15 og kvinnurnar kl 15.30.