Spæla í Gundadali og í Sørvági

Meðan HB í kvøld eigur botnliðið á útivølli, skal KÍ í Gundadal at spæla ímóti B36

Tveir dystir í bestu fótbóltsdeildini vera í kvøld. Talan er um dystir í tjúgunda umfari, sum annars er ásett at vera næsta hóskvøld.

B36 og HB skulu annað leygarkvøld spæla steypafinalu. Tí eru dystirnir hjá hesum báðum liðunum, sum skuldu vera hóskvøldið um eina viku, fluttir fram til í kvøld.

 

Toppliðið HB skal til Sørvágs at spæla ímóti botnliðnum 07 Vestur. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey í síðsta umfari vunnu 1-0. HB í toppdystinum í Klaksvík og 07 Vestur í botndystinum í Sørvági.

 

B36 fær vitjan av KÍ. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey síðst vóru fyri vónbrotum. KÍ misti við 1-0 tapi á heimavølli ímóti HB stórt fet í kappingini um ovasta plássið, og í Gundadali endaði tað 2-2, tá ið EB/Streymur vitjaði B36. Tað var stórt vónbrot hjá B36, sum leikliga var greitt omaná, og sum svam í málmøguleikum, áðrenn EB/Streymur fram ímóti dystarenda javnaði.

 

Øll liðini hava spælt átjan dystir uttan B36 og 07 Vestur. Orsaka av Europa luttøkuni hjá B36 varð ólavsøkudysturin útsettur. Hann er ásettur at vera í Gundadali mikukvøldið 26. september.

 

07 Vestur – HB: Johan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

B36 – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00

 

Støðan

HB

18

15

1

2

34

13

46

18

13

2

3

33

12

41

NSÍ

18

11

3

4

40

15

36

Víkingur

18

11

2

5

31

19

35

B36

17

9

3

5

35

23

30

EB/Streymur

18

4

6

8

20

28

18

Skála

18

5

3

10

16

27

18

Suðringar

18

4

3

11

17

29

15

AB

18

2

2

14

8

40

8

07 Vestur

17

2

1

14

14

42

7