Tað verða GÍ og B71, sum í vikuni fara at gera av, hvør av pørtunum skal hava seinasta sessin í Formula-deildini.
Miku- og leygardagurin eru eisini settir sum dagarnir, har upp- og niðurflytingardystirnir skulu fáast frá hondini, og verður tann fyrri av hesum í Gøtu.
Enn er ikki heilt vist, hvat klokkan dysturin verður spældur, men sum skilst í Gøtu, so er ætlanin, at dysturin skal spælast, meðan tað enn er ljóst, og tí verður byrjað antin kl. 16 ella 17.