Tað var ein ordulig strika í rokningini hjá gøtumonnum, tá ið teir síðsta sunnudag á heimavølli løgdu rygg til 2-1 tap ímóti KÍ. Teir høvdu avgjørt ikki kannað sær bitan frammanundan, men teir iðra seg um ikki serliga sannførandi avrik, samstundis sum teir undrast á, at KÍ sum ein annar fuglurin Føniks enn eina ferð skuldi reisa seg í Gøtu, tá ið teir vóru mest sperdir.
GÍ hevur síðani summarsteðgin miðjað eftir europeiskari luttøku næsta ár. Tað gera ter framvegis, men teir ásanna, at um tað skal eydnast, so fer tað ikki at bera til fleiri ferðir at missa stig. GÍ hevur bara eina ferð tapt í Gøtu. Tað var í fjør. Tá vóru teir frammanfyri 2-0, tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið, men teir taptu 4-2.
Hjá GÍ er liðformaðurin, Poul Ennigarð, leikbannaður. Møguligir avloysarar á høgra vongverjanum eru Jónreid Dalheim, Áslakur R. Petersen ella kanska Hans Pauli Petersen.
Tvey leikbann
Ivaleyst er EB/Streymur einasta felagið í landinum, sum tað ber til hjá at skifta millum tveir fínar vallir alt eftir hvussu líkindini eru. Heimadystirnir verða spældir á Mølini, men um høgættin er ov treisk, so flyta teir á nýggja graslíkið í Streymnesi at venja.
Í fjør endaði EB/Streymur á sætta plássinum. Tað var besta endastøðan nakrantíð hjá teimum. Teir hava framvegis møguleika at endurvinna endastøðuna frá í fjør og kanska at røkka uppaftur hægri, men so fer ikki at bera til at missa meiri. Síðsta sunnudag var um reppið, at teir fingu alt í tættari uppgerð í Vági, men so fingu teir einki.
Síðsta sunnudag var Hans Pauli Samuelsen leikbannaður. Hann er tøkur aftur. Í Vági fingu Knút Vesturtún og Jákup Martin Joensen triðja gula kortið í hesum kappingarárinum. Tí skil eru teir báðir leikbannaðir ímóti GÍ.
Tað er bygdarstevna á Eiði í hesum vikuskiftinum, og sjálvandi hevði lagið fingið eitt kvink rætta vegin, um tað hevði eydnast at vunnið øll stigini. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar ferðir á heimavølli í ár, tvær ferðir hava teir tapt, og eina ferð hevur verið javnt.