Spæla fyri at mótmæla

Í annaðkvøld verður stórt tónleikatiltak í KÍ-høllini, har tónleikarar vilja vísa sína ónøgd við meirilutan í Klaksvíkar býráð. - Hetta er eitt mótmælistiltak móti meirilutanum í Klaksvíkar býráð, sum vil niðurraðfesta tónleikin og náttarlívið í Klaksvík við at lata aftur hølini hjá Klaksvíkar Klubba - uttan at hava nakra aðra loysn at vísa á.

Tað siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið í KÍ-høllini, sum byrjar longu klokkan 19.45 í annaðkvøld og varar til klokkan 04.

Tað verða fleiri enn 25 tónleikarar og 2 dj´arar, sum fara at spæla og undirhalda í KÍ-høllini. Talan verður um nøvn sum Jens Marni Hansen, Holgar Jacobsen, Karl Martin Samuelsen og tríggir tónleikabólkar við eitt nú Grandmas Basement, sum fara at spæla til dans.

Úr Klaksvík frættist, at kostnaðurin frá klokkan 19.45 til klokkan 20 verður 100 krónur - og eftir klokkan 20 verður kostnaðurin 150 krónur fyri tiltakið.

- Vit eru sera misnøgd við meirilutan í Klaksvíkar býráð, siga stigtakararnir til tiltakið í KÍ-høllini í annaðkvøld.