Tað var 24. august í 1988, at Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin. Tað var í Akranesi ímóti Íslandi, sum vann 1-0.
Nóigv vatn er runnið í ánna hesi 32 árini. Føroyar hava tikið lut í EM undankappingum, HM undankappingum, NM kapping, Vinardystum og nú er Nations League á skránni fyri aðruferð.
Merkisvert er tað, at dysturin á útivølli ímóti Andorra í dag er nummar 200. Samlaða talið av spælarum, sum hava átt lut í landsdystunum higartil, er 167. Faroesoccer sigur, at Dan í Soylu var spælari nummar 167, tá ið hann hóskvøldið í 3-2 sigrinum ímóti Malta varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 26 minuttir.
Sigurin ímóti Malta hóskvøldið var nummar 28 í teimum 199 altjóða skrásetu landsdystunum.
Tann fyrsti varð vunnin í vinardysti ímóti Kanada (1-0) á ovara vølli í Gundadali. Tað var 14. apríl í 1989.
Tann, sum vakti størst ans, varð vunnin í fyrsta EM undankappingardystinum, sum var ímóti Eysturríki í Landskrona 12. september 1990. Leygardagin vera tað 30 ár síðani, at Føroyar vunnu tiltikna 1-0 sigurin ímóti Eysturríki.
Bæði í Gundadali ímóti Kanada og í Landskrona var tað Torkil Nielsen, sum skoraði sigursmálið.











