Spæla framvegis um FM

Vodafonedeildin - Víkingur og serliga EB/Streymur kunnu við sigri í uppgerðini í Sarpugerði varðveita møguleikan at vinna meistaraheitið

Hjá EB/Streymi eru tað trý stig fram til toppin, og hjá Víkingi eru fjarstøðan til toppin fimm stig. FM møguleikin er fram­vegis til staðar, nú tað resta trý umfør, men umframt fullari úrtøku er hann treytaður av, at tey bæði oddaliðini – NSÍ og HB – ikki vinna fulla úrtøku, og tí hevði tað komið best við hjá teimum, sum skulu hittast í Sarpugerði, at úrslitið í Gundadali verður javnleikur.
EB/Streymur og Víkingur hava dystast fyrr í ár bæði í Streymnesi og í Gøtu, og báðu ferðirnar var úrslitið 2-2.
Tá ið Víkingur sunnudagin tapti 1-0 á Toftum, var saknur í sentralu miðvallarunum Sam Jacobsen, Nenad Stankovic og Súna Olsen. Súni er lang­tíðarskaddur, og tað verður heldur ikki roknað við, at Nenad Stankovic verður førur fyri at spæla í morgin. Sam Jacobsen var leikbannaður, og hann er tøkur aftur.
Hjá EB/Streymi var Egil á Bø so mikið skaddur í 1-1 upp­gerðini mánakvøldið á heima­vølli ímóti HB, at hann ikki kom á vøllin, men sat á beinkinum alla tíðina. Tá kom Marni Djurhuus heim úr Danmark at hjálpa til. Tað er møguleiki fyri, at liðformaðurin verður førur fyri at spæla ímorgin.