Spæla Dynamit-sangir í Norðurlandahúsinum

Tað skuldi ikki borið til, men nú hendir tað: Dynamit-sangir verða spældir við fullum útblástri í Norðurlandahúsinum

Leygarkvøldið 28. apríl verða Dynamit-sangir spældir við fullum útblástri í Norðurlandahúsinum í Havn. 

– Dynamit er eitt óynskt barn í føroyskum tónleiki. Teir verða ikki nevndir við einum orði í føroysku tónleikasøguni, ummælarar hava niðurgjørt teirra útgávur og framførslur, og eingin kundi funnið upp á at bjóða teimum við til tey fínu tiltøkini. Men sangirnir hjá teimum liva millum fólk – ja, sum ongantíð áður. Grøv nummar 13, Til allar kvinnur, Ein vátur og kaldur drongur, Hví gongur Tom altíð skít?, Frensurin hjá Óla og Bangin.

– Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit, er vertur fyri tiltakið »Vit vilja ongantíð doyggja«, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. apríl kl. 19.30. Niclas Heri fer at undirhalda við stuttligum søgum og øðrvísi eygleiðingum, og hann fer saman við bólki at framføra nakrar av kendastu Dynamit-sangunum í mentanarháborg Føroya.

– Kvøldið verður merkt av hugna, skemti, undirhaldi og jaligari orku, og allir festligir føroyingar eru vælkomnir at verða við. Hetta er ongantíð hent áður og hendir neyvan aftur – tað verður ein uppliving fyri lívið!