Spæla bingo fyri at hjálpa børnum á jólum

Mánakvøldið 21. nov klokkan 19 skipar Kiwanis Rósan fyri bingo í Róðrarneystinum á Argjum til frama fyri átakið ”Í menniskjum góður tokki”.

Kiwanis Rósan er felagsskapur av kvinnum, sum royna at útvega stuðul til átøk, verkætlanir og annað, sum kemur børnum til góðar.

Kvinnurnar í Kiwanis Rósan vilja stuðla "Í menniskjum góður tokki" og hava seinastu vikunar arbeitt við at fáa vinningar til vega til eitt stuðulsbingo.

- Væl hevur hepnast og á bingospælinum mánakvøldið eru eru bæði ferðaseðil frá Atlantsflogi og fartelefon frá Vodafone við talutíð at vinna, um framt ein hópur av gávukortum, karamellum, døgurðamati, sodavatni og sunnudagsdøgurði fyri tvey frá Hafnia.

- Fleiri enn 20 vinningar verða eisini á lutaseðli.

"Í menniskjum góður tokki" hevur til endamáls at hjálpa illa støddum húskjum á jólum og peningurin, sum kemur inn mánakvøldið fer óskerdur til átakið.