Spæla avgerandi dyst í kvøld

Sonni Ragnar byrjar inni í sera týðandi dysti hjá Fylkir í kvøld.

Ein ógvuliga spennandi dystur er á skránni í íslendsku Úrvalsdeildini í kvøld, har Fylkir við Sonna Ragnari Nattestad í hópinum fer á vitjan á Vestmannaoyggjunum hjá ÍBV.


Fylkir er í løtuni undir niðurflytingarstrikuni, sjey stig upp til júst ÍBV, sum teir dystast ímóti í kvøld. Einans átta dystir eru eftir at spæla, so dysturin í kvøld verður ógvuliga avgerandi fyri hvør fer at yvirliva.


Sonni Ragnar Nattestad er ímillum teir fyrstu 11 í hesum dystinum, sum byrjar kl.19.00 føroyska tíð.