Føroysku spælararnir í Íslandi skulu aftur í eldin í annaðkvøld. Um vikuskiftið vóru eingir dystir spældir í bestu íslendsku deildini, men í morgin eru fýra dystir á skránni.
Leiftur, sum millum annað er mannað við fýra føroyskum spælarum, skal spæla á útivølli ímóti Grindavík, sum liggur nummar 5 á stigatalvuni. Leiftur er aftast í Landssimadeildini, og teir verða noyddir at venda gongdini nú, um teir skulu sleppa undan niðurflyting.
Leiftur, sum Jens Martin Knudsen er venjari hjá, hevur sjey stig, Stjarnan hevur 10 stig, og triðasta liðið, sum er Fram, hevur 15 stig. Tvey tey aftastu liðini flyta niður, og tí hevur Leiftur 8 stig at vinna inn, áðrenn liðið kemur upp um strikuna. Leiftur hevur tveir dystir til góðar.
Liðið hjá Páll Guðlaugssyni, Keflavík, kann geva Leiftri eina hjálpandi hond, um teir í annaðkvøld vinna dystin ímóti Stjarnan, sum er næstaftast.
Uni Arge og hinir í ÍA spæla ikki í morgin.
1. deildarfelagið, Válur, har Pól Thorsteinsson spælir, spælir næsta dystin fríggjakvøldið.t ganga seinna partin av hesi vikuni, tá heimsins sterkasti skal finnast.