Spákingartúrur á Eiði

Eysturoyar Gongufelag fer nú aftur til gongu. Byrjað verður á Eiði sunnudagin

Aftur í ár fer Eysturoyar gongufelag at skipa fyri túrum ymsastaðni í Føroyum. Túrarnir í ár verða fjølbroyttir, bæði lættir og tungir. Á skránni eru tveir túrar um mánaðin, og byrjað verður í mars. Seinasti túrur í summar verður í september. Limatalið í Gongufelagnum er uml. 150 húski, og øll kunnu gerast limir við at venda sær til eina av kunningarstovunum í oynni.
Ársins fyrsti túrur verður komandi sunnudag 23. mars. Hetta er ein lættur túrur, sum byrjar við einum spákingartúri á Eiði. Síðani verður farið eystur undir Krúp. Aftaná túrin verður aðalfundur á Látrinum, har drekkamuður eisini verður at fáa. Henda dagin møtast gongufólkini kl. 14.00 við Eiðis kirkju. Tey, sum eru áhugaði at gerast limir, kunnu eisini møta, og tekna seg á staðnum.
Faldari um túrarnar kann fáast við at venda sær til Kunningarstovurnar í oynni, tlf. 449 449 og 444 860.