"Spøkilsismálið" dempar fagnaðin hjá Inga Olsen

(Frá Rás2) Venjarin hjá VÍF torir ikki at fegnast um nakað FM-finalupláss fyrrenn tað er púra víst, at tað er tryggjað

"Spøkilsismálið" frá dystinum millum Neistan og VÍF liggur enn og spøkir aftanfyri, og tí torir Ingi Olsen, høvuðsvenjari hjá VÍF ikki at fegnast um nakað FM-finalupláss, hóast VÍF er ógvuliga nær einum FM-finaluplássi aftaná greiða 29-18 sigurin ímóti KÍF í Kollafirði í kvøld. Kollfirðingar vóru á odda 12-8 í steðginum, og vóru eitt skiftið enntá á odda 12-6, men hesum megnaðu Ingi Olsen og hansara menn at venda við einum rimmar avriki í seinna hálvleiki.

 

- Spøkilsismálið ger, at vit ikki eru 100 prosent tryggir, slær Ingi Olsen fast.

 

Tá støðan var 12-6 til KÍF tók Ingi Olsen eitt týðandi Time Out. Frá tí løtuni fekk VÍF 13 av 14 teimum næstu málunum í dystinum, og var tá á odda 19-13 og á sigurskós. Tað fegnast Ingi Olsen um, men hann viðurkennir, at skaðin hjá Rógva Weyhe darvaði kollfirðingar rættiliga nógv, og tá gjørdist setningurin lættari hjá vestmenningum at greiða.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen.