Spøkilsi við pausu

Urbanus Olsen, sum er sjálvurannar í fløguaktuella og sera populera bólkinum the Ghost, var farin ein túr á summarfestival. ?Vit skulu ikki spæla á summarfestivalinum í ár. Teir hava ikki spurt okkum, og vit hava ikki spurt teir. Men tað er fínasta slag, tí vit hava spælt rættiliga nógv í síðstuni, so ein pausa kemur væl við. Haraftrat er Filip staddur uttanlands, so tað hevði ikki latið seg gjørt,? sigur Urbanus.

?Eg haldi ikki, at tað er nakað navn, sum sigur mær meira enn nakað annað. Páll Finnur Páll plaga ikki at skuffa, so tað gleði eg meg eitt sindur til,? sigur Urbanus.

?Summarfestivalurin er hugnaligur. Her er gott veður og nógv fólk, so hetta er akkurát fyri,? sigur Urbanus.

?Fløgusølan hjá the Ghost gongur væl, har hon er útseld á nógvum plássum. Enn er hon tíverri ikki ordiliga komin á tann føroyska marknaðin, men tað verður vónandi skjótt,? sigur Urbanus at enda.