Vit ringdu til ánaran av húsunum Jack Mohr, og spurdu um hetta verðuliga passar.
Jack flennur: "Nå, eru søgurnar nú farnar at ganga í Havn", sigur hann.
- Gentan er eitt tapet á hurðini. Tað hevur verið har í nógv Harrans ár, og tá vit keyptu húsini fyri 20 árum síðani hildu vit, at handan gentan var so fitt, at vit lótu hana verða verandi, greiður Jack frá.
Kona hansara Sunnuvá er úr Lamba, og so leingi, sum hon minnist hevur handan gentan staðið har.
Jack fortelur at fólk eru blivin kløkk, tá tey eru komin inn til teirra.
Tapetið er klistra á eina stongda hurð. Tapetið ger, at tað sær út sum hurðin er opin, og ein genta hyggur út.
Frá meklarafyritøkuni siga tey, at nógv fólk hava ringt og spurt um gentuna í hurðini.
So tíanverri - ella tíbetur - spøkilsi í Lamba er gamalt og fitt, men bert eitt klisturmerki.