Ein av limunum í tí sera vælumtókta bólkinum The Ghost, Filip Mortensen, var við unnustuni farin ein túr oman í býin á ólavsøku ?Ólavsøkan er ótrúliga hugnalig. Nógv fólk úr øllum ættum koma saman og hava tað hugnaligt saman. Hetta er eisini ein gamal føroyskur siður, sum vit ongantíð mugu missa,? sigur Filip.
?Mín ólavsøka byrjaði í gjár, tá eg spældi til ólavsøkukonsertina við the Ghost. Tað gekk ordiliga væl, og har vóru ein rúgva av fólki. Í kvøld hava vit verið og etið náttúra hjá familju, so nú fara vit bara at ganga og heilsa upp á fólk,? sigur ein altíð glaður Filip.
?Hetta verður tíverri ein stutt ólavsøka fyri okkara viðkomandi, tí vit fara niður í morgin at vitja familju. Men eg vil gjarna ynskja øllum eina góða ólavsøku,? sigur Filip.