Spógvin suverenur

Barnaróður dreingir: Aftur í dag eydnaðist tað dreingjunum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ at vinna. Hetta var fjórða ferðin av fimm møguligum, at Spógvin var fremstur, og nú er rættuliga ilt at ímynda sær annan samantaldan vinnara enn Spógvan.

Sigurin hesa ferð var meiri sannførandi, enn nakar annar hevur verið. Spógvin var fýra sekund frammanfyri Firvald, sum alt summar hevur verið argasti kappingarneytin hjá teimum á Glyvrum. So trygt hava teir ongantíð vunnið fyrr í summar.

Tíðirnar siga, at tað var sera tætt í kappingini millum dreingirnar. Fípan Fagra úr Klaksvík var bara 4/25 av einum sekundi aftanfyri Firvald av Tvøroyri.

 

1 Spógvin 02:27.19

2 Firvaldur 02:31.13

3 Fípan Fagra 02:31.17

4 Junkarin 02:33.13

5 Tambar 02:37.11

6 Frúgvin 02:38.09

7 Havfrúgvin 02:41.00

8 Silja 02:45.00

 

Støðan

1 Spógvin 34

2 Fípan Fagra 25

3 Firvaldur 25

4 Tambar 18

5 Frúgvin 14

6 Junkarin 9

7 Havfrúgvin 7

8 Teistin 4

9 Silja 1