— Vit gleðast um, at vit nú hava fingið eitt skip, ið siglir fast hesa leiðina, sigur Tróndur Lyngvej úr Hesti.
Hann vísir á, at um summarið koma ofta nógv fólk út í Hest, men eisini aðrar tíðir á árinum koma fitt av fólki.
Tað tekur umleið 20 minuttir at sigla frá Gomlu Rætt út í Hest. Ferðaætlanin er tann sama, sum var við Jósup. Báturin siglur sostatt, nakrar túrar um dagin. Fólk skulu tó siga frá áðrenn. Spógvin tekur 18 ferðafólk um veturin og 25 um summarið.
Umframt at sigla til Hest, fer Spógvin eisini at sigla nakrar túrar út í Koltur, tá ið tørvur er á tí. Teistin fer tó eisini framyvir at sigla nakrar farmatúrar út í Hest.
Hilmar Eliassen, stjóri á Strandferðsluni, er glaður um nýggjasta bátin hjá Strandferðsluni.
— Spógvin er ein kendur bátur, sum vit hava brúkt nakrar ferðir fyrr, og hann roynist væl á fyrsta túrinum í dag, sigur Hilmar.
Landsstýrismaðurin við samferðslumálum var eisini væl nøgdur:
— Eg fegnist um, at vit fingu hendur í hesum bátinum, og eg vóni, at hann verður ein sólskinssøga fyri fólk í Hesti og Koltri, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum.
##ms##
Myndir: Álvur Haraldsen