Spógvin aftur fremstur

Barnaróður dreingir: Tvær tær fyrstu ferðirnar - á Norðoyastevnu og aftur á Sundalagsstevnu - var Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ fremstur í hesi kappingini. Á Jóansøku eydnaðist tað dreingjunum á Firvaldi av Tvøroyri at vinna í heimasjógvi.

Í dag var spurningurin, um tað fór at eydnast Firvaldi at halda tørn um oddasessin, ella um Spógvin fór at taka oddasessin aftur.

Tað vóru dreingirnir á gula bátinum av Skálafjørðinum, sum vunnu. Kappingin var millum hesar báðar bátarnar, og tá ið teir fóru um málið var Spógvin eina hálva bátslongd frammanfyri Firvald. Tríggir teir næstu komu á mál í nett somu røð, sum teir gjørdu á Jóansøku: Junkarin úr Kvívík, Fípan Fagra úr Klaksvík og Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn.

Firvaldur luttók ikki í fyrsta róðrinum, sum var á Norðoyastevnu. Tí er Spógvin so klárt nummar eitt í samlaðu støðuni, sum tað sæst í uppgerðini niðanfyri.

 

1 Spógvin 02:36.11

2 Firvaldur 02:37.23

3 Junkarin 02:39.23

4 Fípan Fagra 02:41.09

5 Tambar 02:43.13

6 Frúgvin 02:45.00

7 Silja 02:54.00

8 Havfrúgvin 03:04.18

 

Støðan

1 Spógvin 27

2 Fípan Fagra 20

3 Firvaldur 19

4 Tambar 15

5 Frúgvin 12

6 Havfrúgvin 6

7 Junkarin 5

8 Teistin 4

9 Silja 1