Sídani november mánada í fjør hevur verid rættiligt rok í midbynum í Runavík. Tad var nevniliga tá, at Sp/f Snaraløkur , id ádrenn helt til nidri á bryggjuni í bygninginum hjá Skipafelagnum, fór í holt vid byggingarnar til eini nyggj hús. Hetta nyggja húsid er ætlad at hysa skrivstovum hjá reidarínum. Húsid stendur mitt í millum húsini hjá arbeidarafelagnum Hæddini og bygningin har Miklagardur og Elding halda til. Nú er húsid so klárt at taka í nytslu, og í gjár var almenn móttøka í nyggju, snotiligu húsunum.
1125 m2
Húsid telist so avgjørt ikki millum tey smærru. Eini vanlig sethús eru umleid 130 m2, medan bygningurin hjá Snaraløki er heilar 1125 m2, og kann hetta sigast at vera ógvuliga stórt til eina einkulta fyritøku.
-Vit brúka ikki alt plássid sjálvir, sigur Jónsvein Knudsen. ?Hetta vard eisini nógv størri enn ætlanin var, men vit leiga hølir út til Føroya Tele og grannskodarafelagid Rasmussen & Weihe. Eisini hevur Runavíkar kommuna eina goymslu í kjallaranum. Tad kann vera, at onkur fyritøka afturat kemur at flyta inn í húsini seinni.
Hetta er fyrsta deildin Føroya Tele letur upp í Runavík, og er tad ein av teimum sokalladu Telebúdunum. Telebúdin í Eysturoynni var ádrenn í Søldafirdi á telefonstødini har. Hendan Telebúdin er nymótans innrættad, og skulu hinar Telebúdirnar kring landid innrættast eins og hendan.
Helvtin av kjallaranum verdur brúktur til skipini hjá reidarínum. Snaraløkur eigur partrolararnar Topas, Sardis, Jaspis, Ametyst og Smaragd. Umframt hesar fimm trolararnar rekur Snaraløkur fyra skip fyri Bjarta Mohr.
Ikki eitt ár at byggja
-Farid var undir at byggja seint í november mánada í fjør, greidir Jónsvein Knudsen frá. ?Tad er TN Bygging av Glyvrum, id hevur stadid fyri tí mesta av byggingini. Tilfarid hava vit fingid ymsastadni frá. Td eru elementini úr Gjógv, medan allur innimaturin kemur úr Danmark.
Kostnadin at byggja húsini vil Jónsvein Knudsen ikki rættiliga úttala seg um. Men hann vil siga so mikid sum tad, at teir eru væl nøgdir vid kostnadin.