Sp/F Mykines 1,5 mió í yvirskot

Tað var eitt gott ár hjá Sp/F Mykines í fjør. Tað er felagið, sum rekur ferðafólkflutningin út í Mykines við ferðamannaskipinum Jósupi.

 

Felagið hevði eitt yvirskot upp á 1,5 milliónir krónur, sum er munandi meira enn árið fyri, tá yvirskotið var 115.000 krónur. Árini frammanundan vóru heldur frægari, 682.000 kr í 2017 og 824.000 kr í 2016.

Bruttovinningurin hjá felagnum í fjør var 3,2 milliónir krónur, og lønarútreiðalurnar 683.000 krónur, sum bara er helmingurin av lønarútreiðslunum árið fyri, tá tær vóru 1,34 milliónir krónur.

Eginognin hjá felagnum er 4,1 millión krónur, og langfreistaða skuldin 7,7 milliónir krónur.

Felagið Sp/F Mykines eigur eisini helmingin av partafelagnum P/F Snarfrost, sum í fjør hevði eitt yvirskot upp á slakar 1,3 milliónir krónur.