Sp/f Müller skal gera arbeiðið við Margáir liðugt

Tað verður Sp/f Müller í Kvívík, ið skal gera arbeiðið við nýggja ítróttarhúsið við Margáir í Streymnesi liðugt. Býráðið hevur tikið av tilboðnum frá teimum, áljóðandi 4,82 milliónir krónur. 


Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera umstøðurnar betri við Margáir.  Talan er bæði um nýggj áskoðarapláss, ljósmastrar, at fáa tak út yvir áskoðaraplássini og at víðka um ítróttarhúsið, at fáa fittnessentur og annað.

Fitnessentur til borgarar

Í nýggja partinum av húsinum, sum verður bygt í framhaldi av verandi ítróttarhúsi, verður eitt nú fitnessentur á 250 fermetrar, og her verða eisini nýggjar brúsur og vesi knýtt at venjingarhølunum. Tað verður eisini møguligt hjá øllum borgarum í kommununi at gera brúk av fitnessentrinum, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

— Tá ið alt arbeiðið verður liðugt, verður felagshúsið at síggja sum ein bygningur í sama plani, og her verða nýggj sitipláss til áskoðarar – øll undir taki – og allan vegin fram við ovaru síðu, ætlandi 800 sitipláss tilsamans, sigur Heðin.
Nú útbyggingar verða gjørdar við Margáir verða allir fóltbóltsdystirnir hjá besta mansliðnum hjá EB/Streymi leiktir á Eiði. 


16,5 milliónir krónur tilsamans

Býráðið hevur nú samtykt eina eykajáttan á 5,86 milliónir krónur fyri at gera arbeiðið liðugt. Peningurin verður tikin av innistandandi. 1,4 millión krónur, ið vórðu settar av í fjør til endamálið, vórðu ikki brúktar, og teir pengarnir eru við í eykajáttanini.

Harafturat vóru 7,5 milliónir settar av í fíggjarætlanini í ár, og góðar 4 milliónir vórðu settar av í fjør.
Tá ið arbeiðið við Margáir verður liðugt seint í summar, fer tað at kosta kommununi umleið 16,5 milliónir krónur. Tá manglar tó innrættingin í einum parti av húsinum, upplýsir borgarstjórin.
Sp/f Müller í Kvívík høvdu lægsta tilboðið og fingu arbeiðið. Tvey onnur tilboð komu inn. Eykajáttanin skal hava eina viðgerð afturat, og hon verður 29. apríl.