Fiskastovnar
Í sínum samandrátti í ráðgevingini fyri 2008 fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum, verður sagt um toskin á landgrunninum, at stovnurin í ár er mettur at vera so lítil sum ongantíð áður.
Við verandi stødd verður stovnurin ikki mettur at klára at framleiða góða tilgongd, hóast umstøðurnar annars eru góðar í sjónum.
Veiðitrýstið er so stórt, at tað ikki er burðardygt. Allir árgangirnir síðani 2001 hava verið umleið ein triðing av tí, sum rópt verður lang-tíðar miðal.
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður eftir toski í 2009, og at ein ætlan verður løgd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur.
Felagsskapurin heldur, at torført er at meta neyvt um stovnsstøddina á Føroyabanka í løtuni, men við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv seinastu trý árini, meðan veiðutrýstið hevur verið størri enn miðal.
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka, fyrr enn yvirlitstrolingar vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur. Hetta merkir, at stovnurin helst skal vera á leið hin sami ella størri, enn hann var árini 1996-2002.
Um hýsuna undir Føroyum, sigur ICES, at stovnurin í løtuni er væl fyri og er fult førur fyri at framleiða góða tilgongd. Kortini er veiðitrýstið í hægra lagi, og allir árgangir síðan 2003 hava verið væl undir miðal. Árgangirnir árini 2005-2007 eru mettir at vera av tí minsta, nakar veit um.
ICES sigur, at vøksturin á hýsu er ikki góður, og tí fer gýtingarstovnurin at minka sera skjótt. Sjálvt við ongari veiðu í 2009 vil stovnurin verða í vanda fyri ikki at megna at framleiða góða tilgongd. Tí verður mælt til, at eingin fiskiskapur verður eftir hýsu í 2009.
Felagsskapurin heldur, at ein ætlan eigur at vera løgd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur, áðrenn fiskiskapurin kann verða loyvdur aftur.
Um upsan, sigur ICES, at vøksturin hevur verið sera lítil seinastu árini. Tí eru vanligu stovnsmetingarnar eisini heftar við stórari óvissu, eins og stovnsstøddin er óvissi.
Upsastovnurin tykist vera um miðal, men veiðitrýstið er lutfalsliga høgt. Tilgongdin hevur verið størri enn miðal seinastu 10 árini.
ICES mælir til, at veiðitrýstið verður minkað, kanska eini 20% í 2009 sum eitt fyrsta stig, eins og gýtingarfriðingin eigur at halda fram.