Tangavirkið í Vági er í løtuni í holt við at gera stálsoylur til ítróttarhøllina á Sandi. Hetta eru soylur til endarnar á høllini, sum íslendska felagið TG-Verk byggir. Men Tangavirkið hevur ikki bara hesa uppgávu sum undirveitari hjá íslendska felagnum í hesi hallarbygging. Vágbingar skulu eisini gera hita-og sanitetsarbeiði í ítróttarhøllini.
Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum, sigur, at sambært avtaluni við TG-Verk skal felagið í Vági gera galvsúlur og trekkstengur, ið eru stengurnar millum dragararnar, sum verða úr límtræi.
- Nakrar av soylunum skulu leverast innan fýra vikur og alt arbeiði, sum Tangavirkið hevur átikið sær sum undirveitari hjá TG-Verk, skal verða liðugt næsta summar, sigur stjórin á Tangavirkinum í Vági.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Tangavirkið er millum undirveitararnar hjá TG-Verk. Tá skúlin á Argjahamri varð bygdur, var felagið í Vági eisini ein av undirveitarunum hjá Articon.
- Okkara uppgáva tá var mest at gera rekkverk og trappur fyri Articon, sigur Mortan Mortensen, sum annars letur væl at gongdini hjá Tangavirkinum í Vági.