Filip Djordjevic er fortíð í hugaheiminum Páll H. Guðlaugsson. Venjarin hjá KÍ er ikki serliga prátingarsamur, tá vit leggja fyri hann søguna hjá unga leikaranum, sum í fjørsummar fór úr KÍ.
- Eg havi ikki tíð til at tosa um sovorðið piss. Farvæl!
Soleiðis ljóðar svarið, áðrenn maðurin, sum einaferð var føroyskur landsliðsvenjari, men nú stendur á odda fyri fremsta mansliðnum hjá KÍ, leggur hornið á.
Tónin er tann sami, tá vit gera eina roynd afturat:
- Drongurin kravdi fleiri pengar fyri at spæla fótbólt. Har var eingin episoda millum meg og Filip. Farvæl!
Dyt dyt….
Vit høvdu annars ætlað okkum at spurt venjaran hjá KÍ, hvør tók stig til, at Filip Djordjevic skuldi inni í málið at standa skotskiva við rygginum móti viðleikarunum. Hvør kravdi av honum, at hann skuldi koyra buksurnar niðurum. Og hvat endamálið var við hesi ”revsing”.
Eisini vildu vit hoyrt hansara versjón av, hví samstarvið millum spælaran og felagið brádliga endaði, á sumri í fjør.
Men tá vit ringja uppaftur, verður hornið lagt á.