Sovnaði í bilinum

Løgreglan kannar nú eftir, hvar ein fullur bilførari hevur rent á

 

Seint í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra fullur.

Hann var farin eftir eftir Gamla Oyggjarvegnum, men nakað omanfyri Kollafjørð, kom fólk fram á bilin, har hann stóð við vegjaðaran.

 

Bilurin hevði fingið skaða og bilførarin sat í trygdarbelti á førarasetrinum og svav.

Løgreglan sigur, at bilurin hevur ikki fingið skaða, har hann stóð á Oyggjarvegnum og tískil verður nú roynt at fáa greiði á, hvar hann hevur rent á.

 

Men bilførarin varð kannaður fyri rúsdrekkakoyring og alkometrið gav útslag, so hann er nú skuldsettur fyri at koyra fullur.