Sovnaði og rendi á

Seinasta sumnmar rendi ein danskur trolari á ein oljupall í Norðsjónum, og nú hevur sjóferðslustýrið staðfest, at skipið rendi á, tí at tann 24 ára gamli stýrimaðurin var sovnaður á brúnni. Stýrið sigur, at stýrimaðurin, sum er niðurlendingur, var troyttur eftir at hava verið á vakt leingi. Hann hevði verið niðri á dekkinum og fór aftur á brúnna, har hann var einsamallur. Men stut eftir sovnaði hann, og hóast tólini á brúnni ávaraðu um samanstoyt, vaknaði hann ikki, fyrr enn skipið rendi á oljupallin. Hvørki pallurin ella skipið fingu stórvegis akaða.