Sovjet ávirkaði Føroyapolitikkin

Danskur søguprofessari hevur funnið gomul sovjetisk skjøl, ið avdúka, at Danmark ongan politiskan áhuga hevði fyri at eiga Føroyar eftir seinna heimsbardaga. Men Danmark tvíhelt um Føroyar av trygdarpolitiskum ávum

Dánjal Højgaard


Hetta stendur at lesa í nýggjari bók, sum kallast ?Bjørnin og haran?, sum er um viðurskiftini millum Sovjetsamveldið og Danmark eftir seinna heimskríggj.

Bókin er lutvíst grundað á skjøl, sum eru grivin fram í russiskum skjalagoymslum, og sum ongantíð hava verið frammi fyrr.

Tað er danski søguprofessarin, Bent Jensen, ið hevur skrivað bókina, sum eisini umrøður Føroyar.

Bent Jensen avdúkar m.a. eina sovjettiska analysu frá 1947 av viðurskiftunum Danmark og Føroya millum.

Har gongur fram, at Danmark tvíhelt ikki um Føroyar av økonomiskum grundum eftir kríggið - tvørturímóti.


Grønland taldi

Sambært russum vóru tað tvær heilt aðrar orsøkir til at Danmark helt so fast um Føroyar.

Onnur grundin var, at loystu føroyingar, so kundi tað fáa ávirkan á Grønland, so at Grønland eisini tók seg burtuúr ríkinum.

Hin orsøkin var, at amerikanskur og bretskur áhugi í Føroyum, hevði fingið danir at óttast, at loystu Føroyar so fór hetta at fløkja uttanríkispolitisku viðurskiftini. Og tað óttaðust danir skuldi skaða viðurskiftini millum Danmark og stóra grannan fyri eystan, Sovjettsamveldið.

Við øðrum orðum óttaðist danska stjórnin eftir seinna heimskríggið, at fóru amerikansk og bretsk áhugamál at ráða í Føroyum, so fór hetta at elva til óhepnar reaktiónir úr Sovjettsamveldinum.

Í somu analysu, sum Bent Jensen, hevur grivið fram í Russland, gongur fram, at sovjettiskir myndugleikar vóru negativir mótvegis loysingarrákinum í Føroyum eftir kríggið.

Bókin ?Bjørnin og haran? kom út í Danmark í gjár.