B36-GÍ 2-2 (1-2)
Løgmanssteypið
Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Gundadal, tá GÍ kom á vitjan hjá B36 í fyrsta veruliga dystinum hjá feløgunum hetta kappingarárið.
Ivaleyst gjørdi stillføra veðrið sítt til, at somikið nógv høvdu leitað sær oman, men ikki minst mundi tað fyri heimaáskoðararnar telja við, at nú fingu tey høvi til at síggja stjørnusetta B36 liðið, sum mong rokna við fer at spæla við í oddinum í ár.
Skeivur hugburður
Lat tað bara verða sagt beinan vegin. Tað er væl hugsandi, at B36 fer at hava ein leiklut í oddinum í ár, men skulu teir tað, skal hugburðurin hjá leikarunum vera ein heilt annar, enn hann var leygardagin.
Spælið gekk sera seint fyri seg stóran part av tíðini. Ikki bert hjá heimaliðnum, tí hjá gestunum gekk tað heldur við tí tí øgiligu ferðini. Teir tóktust tó nakað betri skipaðir í útgangsstøðnum, men tað var tó heimaliðið, sum kom á odda, tá knappur hálvur tími var farin, og tað var vorið sum mál. Hans Pauli Petersen tveitti seg fram um Jákup á Borg, tá ein bóltur varð sendir innfyri, og hann gjørdi ikki mætari enn at stútað bóltin upp í málhornið.
Við tveimum tøttum málum eydnaðist tó GÍ at venda dystinum fyri steðgin. Fyrst kunbdi Óli Hansen gera sær dælt av eini misskiljin millum Rene Torgarð og Andrzej Pacek, og síðani var B36 leikari óheppin at beina bóltin í egið mál. Fleiri hildu, at Bartal Eliasen átti seinasta fótin á, men dómarain skrásetti hendingina sum sjálvmál.
Deydligt
Í seinna hálvleiki hendi millum lítið og einki størsta partin av tíðini. Heimaliðið megnaði ikki at koma fram við væl skipaðu gestunum, og GÍ tóktist hinvegin ikki so ógvuliga áhugað í at skapa nakað. Teir høvdu eina leiðslu, og hesa hildu teir eisini fast um í 35 minuttir.
Tá eydnaðist tað júst innskifta Bjarna Prior at sneiða fram við málverjanum, og trilla bóltin móti málinum, har Jákup á Borg gav kúluni seinasta skumpið. GÍ leikarar vóru ónøgdir, tí teir mettu talan vera um rangstøðu, men málið stóð í øllum førum við. Nakað seinni vildu GÍ hava brotsspark, men dómarin tóktist ikki ansa armin hjá Bjarna, og so kundu liðini býta stigini ímillum sín. Kanska ikki heilt óhóskandi, tí hvørgin parturin vísti nakað serligt hendan dagin, og fyri áskoðararnar hjá báðum er at vóna, at liðini bæði fara at spenna seg væl meira, tá bólkaspælið í steypakappingini er av, og dystirnir av álvara gerast týdningarmiklir.
Dysturin í tølum:
1-0: Sjálvmál 27.
1-1: Óli Hansen 33.
1-2: Sjálvmál 40.
2-2: Jákup á Borg 80.
Dómari: Oddmar Andreassen