Venjarin hjá enska felagnum Middelsbrough er illur inn á Cristiano Ronaldo, sum spælir fyri Manchester United. Tey bæði feløgini spældu ímóti hvørjum øðrum leygardagin, og fyrra málið hjá United kom eftir brotsspark, sum var dømt, tá ið málmaðurin skuldi hava felt Ronaldo. Tað tóktist tó verða rættiliga ivasamt, um brotssparkið skuldi verið dømt.- Málmaðurin hjá okkum royndi at sleppa undan at fella hann, men hann tveitti seg bara og fekk brotsspark. Hann er kendur fyri hatta, og hann gjørdi tað eisini seinni í dystinum, sigur Gareth Southgate.