Eftir lemjandi 0-9 tapið móti Leicester um vikuskiftið hevur leikarahópurin hjá Southampton gjørt av, at lønin, ið spælararnir fingu fyri dystin, skal latast til vælgerandi endamál.
Dysturin um vikuskiftið var ein av teimum heilt ringu, og tað var torført at síggja, hvussu talan yvirhøvur var um tvey Premier League lið.
Bæði Ayoze Perez og Jamie Vardy gjørdu hat-trick fyri Leicester, og við málunum frá Ben Chilwell, Youri Tielemans og James Maddison aftrat endaði við 0-9 til útiliðið, sum sostatt er størsta heimatap í søguni hjá Premier League.
Southampton sigur við Sky Sports, at fyrsta stigið, ið hópurin hevur tikið, fyri at koma yvir ógvisliga tapið, er at lata lønirnar til Saints Foundation, ið skal finna passandi endamál at lata peningin til.
Neyðugt verður eisini hjá Southampton hópinum at hugsavna seg til komandi vikuna, tí menninir í reyðum og hvítum skulu spæla móti Manchester City ikki færri enn tvær ferðir - eina ferð í Premier League og eina ferð í Carabao Cup.
Manchester City liggur í løtuni á øðrum plássi við 22 stigum, meðan Southampton liggur undir niðurflytingarmarkinum við átta stigum.