South Island seldur

Rækjutrolarin, South Island, fer í næstu viku á amerikanskar hendur

? Vit selja skipið, tí vit hava fingið eitt boð. sum vit eru nøgdir við.

Eli Fredriksen, reiðari, vil ikki siga, hvussu nógv reiðaríðið fær fyri at selja 20 ára gamla rækjutrolaran, South Island, til USA. Men hann er nøgdur við tilboðið.

Sum Sosialurin skilir, er tað eitt amerikanskt felag við russiskum loyvum, sum í næstu viku yvirtekur South Island. Skipið skal ætlandi fiska í Beringshavinum við russiskari kvotu.

South Island liggur í løtuni á Skála, har hann verður gjørdur klárur til yvirtøkuna.

Eli Fredriksen sigur, at reiðaríðið í løtuni ikki hevur funnið fram til nakað annað skip, men hann vísir á, at tað kann vera skjótt, at lagt verður til brots aftur. Ætlanin er í hvussu so er at hyggja seg um eftir nýggjum skipi heit skjótt.

South Island hevur nýggja maskinu. Hon varð skift út í 1997. Síðani tá hevur tað sambært Eli Fredriksen gingið væl við fiskiskapinum.